Logo - Vestsjællands Idrætsefterskole

En fortælling fra en færøsk elev

Vi har fået Magnus, der har gået på efterskole i Danmark, til at fortælle om hans oplevelser, og om hvordan det var at flytte langt væk hjemme fra.

 

Framhaldsskúli fyri meg
Efterskole for mig

Tað at fara á framhaldsskúla var ein ógvuliga stór avgerð fyri meg, helst tí at búgvi í Føroyum. Eingin av mínum vinum fóru í framhaldsskúla, og av tí at eg var úr Føroyum fór eg at verða púra einsamallur um tað. Alt byrjaði við at eldri beiggi mín fór á framhaldsskúla og at eg fór at vitja hann. Tá bert ein tími var farin visti eg tað. Eg vildi á framhaldsskúla. So mong menniskju og øll vóru vinir. Øll høvdu tað gott og øll vóru glað. Tá visti eg, at framhaldsskúli var júst nakað fyri meg.

Eg hevði hugsað um at fara at arbeiða ella beinleiðis víðari á miðnám aftaná 9. í fólkaskúlanum, men einki av hesum føldi eg meg kláran til. Tí bleiv tað 10. flokkur í Danmark. Hetta fór at geva mær eina meira týðuliga mynd av hvat eg kundi hugsað mær aftaná. Men hvussu skuldi ein føroyskur drongur klára seg á einum donskum framhaldsskúla, hugsaði eg, og var í veruleikanum eitt sindur bangin, men tær fyrstu vikurnar á framhaldsskúlanum vóru tær bestu vikurnar í mínum lívi! So nógv menniskju, øll áhugaði í tí sama sum eg. Skúlin gjørdi alt fyri meg, eg kom frá Føroyum og kundi ikki bara fara heim soleiðis uttan nakað í vikuskiftinum, tí var eg noyddur at verða verandi á framhaldsskúlanum. Tað gjørdi ikki pettið, tí eg vildi ikki heim, eg tímdi ikki heim. Tá ein vika var av, bíðaði eg bert til tann næsta vikan skuldi byrja. Framhaldsskúlin er tað størsta lopið í mínum lívi. Eg eri vorðin nógv klókari uppá allar mátar. Eg fekk vinir har, teir vinirnir eru enn mínir vinir. Vit eru vinir restina av lívinum.

Framhaldsskúlin hevur gjørt meg nógv sterkari sum næming í Føroyum. Eg kann vera á einum hægri stigi enn aðrir næmingar flestir. Eg eri meira klárur at fáa nýggjar uppgávur og avbjóðingar ið skúlin gevur mær, enn eg var áðrenn. Og eg eri ikki bangin fyri at vera við í undirvísingini. Framhaldsskúli var tað rætta fyri meg.

Magnus Reinert Hansen
Miðnám á Kambsdali
20 ár

 

Det at tage på efterskole var for mig en stor beslutning, jeg bor på Færøerne. Der var ingen af mine venner, der tog på efterskole, og jeg bor på Færøerne, så jeg ville være helt alene om det.

Det startede med at min storebror tog på efterskole, og jeg tog ned for at besøge ham. Efter en time var jeg fuldstændig solgt! Så mange mennesker og alle var bare venner. Alle havde det godt og var glade. Jeg vidste bare at efterskole var lige noget for mig.

Jeg havde overvejet arbejde eller gymnasium, men jeg følte mig ikke helt parat til nogle af delene. Så det blev tiende, i Danmark.

Hvordan skal en færøsk dreng kunne klare sig på en dansk efterskole, tænkte jeg, og var egentligt lidt bange. Men de første uger på efterskole var de bedste uger i mit liv. Så mange mennesker, alle var interesseret i de samme ting som mig. Skolen gjorde alt, hvad den kunne for mig, jeg kom jo fra Færøerne og kunne ikke bare tage en hurtig tur hjem, men jeg var lige glad, jeg ville ikke hjem. Jeg glædede mig bare til den næste uge skulle begynde.

Efterskolen var det største skridt i mit liv, og har gjort mig klogere på så mange måder. Ikke mindst mine venner jeg fik der, de er stadig mine venner. Vi er venner for livet.

Efterskolen har gjort mig stærkere som elev på Færøerne. Jeg kan være på et højere niveau end de andre elver kan, der ikke har været på efterskole. Jeg er meget mere klar til at tage de opgaver og udfordringer som skolen giver mig, jeg er ikke bange, og jeg tør at være med i undervisning.

Magnus Reinert Hansen
Færøerne
20 år

 

Ansøg om at blive elev

Bliv elev

  • Vestsjællands Idrætsefterskole
  • Vinde Helsingevej 41, 4281 Gørlev
  • Tlf: 58 85 91 00
  • E-mail: kontor@efterskole.nu
  • Statens smiley kontrolrapport